Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Síðani seinast í 90-unum hevur «The Naked Cowboy» verið ein av best kendu gøtumyndunum á Manhattan.

Robert John Burck, sum er veruliga navn hansara, er 45 ára gamal og hevur fingið væl burturúr síni framførslu á Times Square.

Tey fyrstu trý árini tók hann ongar pengar frá teimum áhugaðu. Ein dagin lat hann so dollararnar leita seg veg niður í stivlarnar, og tá fekk hann 40 dollarar. Dagin eftir skrivaði hann «tips» á stivlarnar og brádliga hevði hann fingið 500 dollarar.

– Tað broytti alt, sigur hann í eini samrøðu við CNN Money.

Síðani hevur gøtutónleikarin livað av tí, og avdúkar í samrøðuni at hann tjenar tilsamans 150.000 dollarar um árið, skrivar E24.no.

Umroknað til okkara pening svarar tað til knappa millión krónur efir dagsins kursi. Ella meira enn tvífalt so nógv sum sum ein rættiliga góð føroysk løn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo