40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tað hevur verið ein svár tíð hjá José Mourinho í Manchester United, og nú er okkurt sum bendur á, at portugisarin hevur fingið nokk av átta leikarum.

Sambært enska miðlinum The Telegraph hevur fyrrverandi Chelsea-venjarin útvalt átta mans, hann ynskir at selja sum partur av sínum prosjekti til tess at fáa United til tops aftur.

Bastian Schweinsteiger og Michael Carrick eru kendastu nøvnini á listanum, og eisini vengurnir Memphis Depay og Ashley Young eru leikarar sum Mourinho vil hava av Old Trafford, skrivar norska Nettavisen.

Og teir tríggir verjuleikarnir Matteo Darmian, Phil Jones og Marcos Rojo standa eisini á listanum hjá Mourinho. Og seinasta navn á listanum er franski Morgan Schneiderlin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo