Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bæði Atlantsflog og SAS fara væntandi at flyta nógv fólk til Føroya uppundir jól. Atlantic flýgur allar dagarnar uttan jólaaftan og jóladag og SAS flýgur tollaksmessudag og so aftur ímillum jóla og nýggjárs. Tað setur krøv til tey sum kanna fyri korona, tí ynski er at tey sum koma til landið eisini skulu kanna seg á sætta degi eftir komu. Sostatt er tørvur á at kanna fólk bæði jólaaftan, jóladag og annan jóladag, tá fólk annars vanliga hava frí.

Og tað er ikki av minni týdningi nú enn annars, tí væntandi er, at tey sum koma heim, ætla at vera saman við familjuni herheima.

- Vit hava opið øll jólini. Og vit ætla, at fólk skulu fáa skjótt svar. Øll sum verða testað ímillum klokkan 8-10 fáa svar longu áðrenn kl 14 sama dag, sigur Regin W. Dalsgaard frá Thetis kanningarstovuni.

Spurdur hvussu nógv fólk vera til arbeiðis sigur hann, at tað vita tey ikki rættuliga enn.

- Vit vita ikki enn hvussu nógv vera til arbeiðis, men tá tað nærkast, vita vit hvussu tørvurin er. Men verður tað eitt útbrot, eru vit eisini klár til tað, sigur Regin W. Dalsgaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo