40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Thurid Olsen og ommudóttirin Rita Reginsdóttir Olsen sýna fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági í februar mánaði.

Hugurin at tekna og skapa ymiskt stavar heilt frá barni av, sigur Thurid. Hon hevur fingist eitt sindur við at mála síðan mitt í 90-unum. Hon hevur gingið ein vetur á kvøldskúla og tikið okkurt vikuskiftis-skeið í myndlist.

Ommudóttirin Rita fylti 7 ár í januar. Hon hevur teknað og litað, síðan hon var heilt lítil. Fyri hálvum ári síðani, lærdi Thurid hana at mála við acryl máling, har hon slapp at blanda lirtirnar sjálv.

Rita hevur málað fleiri myndir síðan tá, á listavegginum síggja vit nakrar av teimum. Rita brúkar mest litirnar: hvítt, svart, reytt, blátt og gult. Tvs. hon hevur sjálv blanda t.d. grønt og lilla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo