Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tað eru gott og væl fýra ár síðan at fólkabókasavnið í Runavíkar kommunu lat alment upp í bygningi, har Skúlin við Løkin og Løkshøll frammanundan halda til. Bókasavnið við Løkin hevur havt eitt fjølbroytt og nýskapandi virksemi hesi árini. Innihaldið er ment út frá spurninginum um, hvønn leiklut bókasavnið kann átaka sær í verandi lokalsamfelagi fyri "at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksem", soleiðis sum bókasavnslógin fyriskrivar.

Nógv ymiskt virksemi hevur verið roynt hesi árini, og tað mesta hevur eydnast væl. Men 2016 bleiv tó árið har bókasavnið lyftið fótin av speedaranum og leitaði innaftur til kjarnuuppgávurnar og tað meira siðbundna bókasavnstilboðið. Við einum starvsfólkahópi á tvey fólk noyddust vit at raðfesta og ansa eftir ikki at missa fótafestið í berari nýhugsan og nýggjum tilboðum. Vit hava tørv á at finna okkara pláss, bæði sum sjálvstøðugur stovnur undir somu lon sum skúlin og Løkshøll, og sum stovnur í vitanar- og mentanarlandslagnum í kommununi. Sostatt er tíðin nú komin, at vit skerpa okkara leiklut og virksemi.

Fyri at eydnast við einum nágreiniliga orðaðum leikluti og settum málum, krevst at lokalu politikararnir luttaka í tilgongdini og taka undir við tí, sum bókasavnið velur til og velur frá. Tí um málini eru nóg visioner, so kann tað m.a. krevja broyttar ella aðrar hølisumstøður. Haraftrat krevst framhaldandi gott samstarv við skúlan og Løkshøll.

Hóast virksemið í 2016 var lakari enn frammanundan, so var ymiskt á skránni. Av afturvendandi tiltøkum kunnu nevnast: Lesiringur í samstarvi við bókasavnið í Nes kommunu, fjarlestur í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, skeið í forritan fyri børn og ung, seinnapartstiltøk fyri eldri í samstarvi við Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu og at enda altjóða bindiklubbin Sambinding í samstarvi við kvinnur á Skálafjørðinum, reyða kross og felagskapin Hvussu kunnu vit hjálpa?

Almenna útlánið av bókum í 2016 var 2.860 eintøk í mun til 2.976 í 2015. Hetta er nøktandi, men málið er at økja um útlánið til komandi ár.
 
Ársfrágreiðingin kann lesast í fullari longd á www.lokin.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo