40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Fyri jól segði Jose Mourinho at Zlatan Ibrahimovic fór at leingja sáttmálan við Manchester United.

Sviin undirskrivaði ein 1-ára sáttmála við møguleikanum at hann verður longdur.

Men fyribils hevur Zlatan ikki gjørt nýggjan sáttmála.

Nú sigur Daily Mirror seg vita, at Ibrahimovic hevur gjørt greitt at næsta sesong verður hansara seinasta á toppstøði í Europa, og hana vil hann sleppa at spæla í Champions League.

Manchester United er í løtuni nummar seks í Premier League, men hevur bara tvey stig upp til Arsenal á fjórðaplássi.

Og felagið er eisini væl við í Europa League, har vinnarin fær eitt pláss í Champions League næstu sesong.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo