Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ikki eiti á skuldsetingar, sum Christian Andreasen, advokatur og løgtingsmaður, setir móti Kringvarpi Føroya og Barbaru Holm, journalisti, á Vágaportalinum 19. januar.

Millum annað skrivar advokaturin og løgtingsmaðurin :

”KvF førir - beint ímóti lóg og reglugerð fyri stovnin - reinan tjóðveldispolitikk, sum 82% av Føroya fólki vrakaðu fyri bert 5 mánaðum síðani.”

”Fýra og ein hálvan mánað eftir løgtingsvalið er spunasmiðurin hjá Høgna Hoydal, Barbara Holm, blivin vertur í Degi og Viku.”

Og so setir advokaturin og løgtingsmaðurin hesar spurningar:

” - Eru nøkur fólk meira líka enn onnur?”

”- Er tað rímiligt, at bert fiskivinnupolitikkurin hjá Tjóðveldi fær rúmd í KvF?”

Hetta eru ófatiliga grovar ákærur móti bæði Barbaru Holm og Kringvarpi Føroya.

Fyrst skal sigast, at Barbara Holm er sett í starv av einum setanarbólki á fimm fólk, tí hon varð mett at vera serstakliga væl skikkað til starvið.

At Christan Andreasen soleiðis roynir at karaktermyrða ein av journalistunum í kringvarpinum er eitt greitt tekin um ómegd, tá man ikki er førur fyri at svara fyri seg sum politikari. Tá er lættast at fara eftir journalistinum heldur enn at fyrihalda seg til teir spurningar, sum einaferð verða settir. Hetta minnir einamest um eina Hollywood-film um verjuadvokatar, sum ikki vita síni livandi ráð annað enn at sverta vitnir og onnur til. At Christian Andreasen dregur tílíka framferð inn í føroyskan politikk er óunniligt. Tað er ein roynd at tippa allan kritikk við at sverta fólk til persónliga og hótta við taka livibreyði úr munninum á teimum, um tey tora at seta kritiskar spurningar.

Christian Andreasen metir, at 82% av fólkinum søgdu nei til undanfarnu samgongu, og at tann verandi tískil skal friðast fyri allan kritikk – haldi at løgfrøðingurin burdi tikið fakið ”statsforfatningsret” umaftur, um hann veruliga virðir tað at virka í einum fólkaræði.

Okkara uppgáva sum journalistar er at seta kritiskar spurningar og spyrja ”hví”. Vanliga kunnu politikarar svara fyri seg. Megna teir tað ikki, so hava teir eina vánaliga sak, og so er bara eitt vápn eftir – ”skjót journalistin”.

Christian Andreasen veit eisini útmerkað væl, hvussu redaktiónir virka. Øll mál vera umrødd á redaktiónsfundum, og stungið verður út í kortið, hvussu ein søga skal dekkast. Tað er tí ikki ein einstakur journalistur, sum stingur nakað út í kortið einsamallur. Og á redaktiónini í kringvarpinum eru uttan iva nógvar privatar politiskar áskoðanir frá høgru til vinstru, men øll hava sum mál at dekka eina søgu so journalistiskt rætt sum gjørligt.

At journalistar ofta hava eina politiska áskoðan í skjáttuni er einki óvanligt, hvørki her ella aðrastaðni. Allir journallistar hava áhuga í samfelagsviðurskiftum, og tí er einki óvanligt at koma nær politiskum flokkum á síni lívsleið. Fleiri journalistar virka eisini sum samskiftisfólk fyri bæði privat virki, almenna umsiting, politiskar flokkar, uttan at tey av tí orsøk avskriva seg til onnur størv í framtíðini. Tað er júst sum ein advokatur, ið bæði kann virka sum ákæri eitt tíðarskeið og verji eitt annað. Men hann hevur sína professionellu bakgrund, og ger bara sítt arbeiði. Soleiðis er eisini við journalistum.

Ein tann mest prominenti verturin á DR2/Deadline, Niels Krause-Kjær, var millum annað spinndokari hjá systurflokki Fólkafloksins í Danmark, Konservativt Folkeparti. Hann hevur verið kritiskur til høgru og vinstru, uttan at hann nakrantíð er lagdur undir at renna nøkur ørindi – so mikið av politiskum ”pli” hava danskir politkarar hóast alt. Tað kundi advokaturin og løgtingmaður Fólkafloksins lært nakað av.

Við vón um størri virðing fyri føroyskum journalistikki og fólkaræði.

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari
Kringvarp Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo