Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tíðarbræðing,

vit eru partur av

í tíðarlumma

til sól fer í kav.

Tíðarmerkt

hvørt einstakt er,

tíðarhvarv

sær sjálvum ber.

Tíðarskeið,

hvør veit?

tíðarrák fáur leit.

Tíðarandin

skiftir tíðum,

tíðartekin

sæst aftur í vitsku,

fjøll- og líðum,

Tiburtius

pínslaváttur var,

trúgvin

er okkum kær,

tá hon tíðina sær.

 

14. apríl 2024
hwj

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo