40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri aðru ferð síðani filmsjáttanin kom á fíggjarlógina í 2014, hevur ein landsstýrismaður ikki fylgt tilmælinum frá ráðgevunum um hvør skal hava stuðul.

Ein fyrisitingarlig siðvenja er brotin, og prinsippið um, at listin ikki skal stýrast politiskt, er ikki longur galdandi.

Hetta er politiskur sensurur, sum ikki hoyrir heima í einum demokratiskum samfelag.

Filmsverkætlanir eru kostnaðarmiklar, og føroysk fílmsfólk dúva á stuðul frá filmsjáttanini.

At landstýrisfólk velur at hyggja burtur frá fakligu tilmælunum, skapar ótta og ótryggleika.

Vandi er fyri at filmsfólk framyvir fara at tillaga handrit og umsóknir sínar, tí tey eru bangin fyri at landstýrisfólkið noktar stuðul, um innihaldið ikki passar til hennara/hansara politisku, átrúnaðurliga, sosialu hugsjón og virðir.

At stýra innihaldinum í list varð nógv praktiserað í Sovjett og øðrum einræðislondum.

Hetta er veruliga nakað vit ikki mugu fara lætt um.

Hin fría listin er týðandi og berandi táttur í okkara samfelag, og vit eiga at virða og verja hana, eins og vit virða og verja eitt fjøltáttað fólkaræði, ið tekur fyrilit og atlit til øll menniskju.

Stuðul frá filmsjáttanini er ein fyritreyt fyri at fáa fígging aðrastaðni, og um føroysk filmsfólk skulu leita sær høvuðsfígging úr td. Danmark, so verður kravt, at verkætlanin er tengd at danskari mentan og máli, og at játtaði stuðulin verður nýttur í Danmark.

Hetta hevur við sær, at føroyska mentanin og móðurmál okkara má lúta.

Í ringasta føri leita filmsfólk sær av landinum at gera film.

Tíðin er búgvin til at skipanin við filmsjáttanini verður løgd í eina tryggari legu, og skipað í ein grunn, so tað framyvir eru faklig og ikki politisk atlit, ið avgera hvussu stuðul verður býttur.

Tí heita vit staðiliga á allar politikkara og serliga samgonguna um at gera eina breiða semju um, at leggja filmsjáttanina um til ein grunn, ið skapar tryggar karmar fyri eini blómandu filmsvinnuna.

Verjið listaliga frælsið!

Vegna Felagið Føroysk Filmfólk
tann 3. juni 2021
Maria Winther Olsen, Ingun í Skrivarastovu, Anton Petersen, Jonas í Dali Wagner, Terji Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo