40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Birgar úti í Tinganesi - klárur at vinda Merkið á stong

Birgar úti í Tinganesi - klárur at vinda Merkið á stong

Birgar úti í Tinganesi - klárur at vinda Merkið á stong

16. juli 1946 – 19. november 2020

Vit tríggir komu at kenna Birgar summarið 1963, tá vit vóru 13–14 ára gamlir. Vit búðu í Kinabrekkuni, og Birgar búði í hinum endanum av býnum, yviri í ovaru Lon. Miðskeiðis í 60unum var ikki rættilig ferð komin á menniniga í Havn. Alt gekk sína vanligu gongd. Úti í Kinabrekkuni stóð farvegurin eftir hagaportrið, so tá tú komst út hagar, vart tú á veg út í hagan. Her kundi tú møta Cornelius  Reinert við hestavogni á veg heim á mejaríið við  mjólk. Bilarnir hjá Jón Hansen og Júst Sivertsen koyrdu við saltfíski út í turkihúsið í Hvannasundi og mjólkabilurin við tí vinsæla Aage Egholm sum sjaføri serviseraði barnafamiljurnar í Havn við mjólk.

Kinabrekkan og Bineskilde og bøurin hjá Skarðhamar var eitt satt ævintýraland hjá dreingjum, og vit spældu úti allan dagin á tamb og sovnaðu sum oftast við náttverðaborðið.

Um hetta mundið var nýtt slag av tónleiki við at koma fram, og vit lurtaðu trúliga eftir Radio Luxembourg og vóru eisini byrjaðir at ganga til guitarspæl hjá Eyðbjørn á Kamarinum, sum um tað mundið búði  í Kinabrekkuni.  Í Radio Luxembourg vóru nógvir nýggir enskir bólkar at hoyra. Ein teirra var The Beatles úr Liverpool, sum okkum dámdi væl. Vit vóru serliga hugtiknir av instrumentalbólkinum The Shadows og royndu sum frægast at kopiera teirra løg. Men vit manglaðu ein fjórða mann at spæla bass. Djóni, sum var ørindadrongur á Gjaldstovuni, hevði hitt Birgar, sum arbeiddi hjá Brockie. Teir vóru komnir í prát um tónleik, og Djóni hevði fortalt honum, at vit tríggir høvdu eitt orkestur og spurdi, um hann hevði hug at vera við í orkestrinum. Jú tað hevði hann.

Teir avtalaðu, at Birgar skuldi koma út í Kinabrekkuna til royndarvenjing. 

Vit tríggir vóru sera spentir, tá vit stóðu undir húsunum hjá Hans Christiani og bíðaðu eftir, at Birgar skuldi koma. Nú við eitt kemur ein knallert niðan gjøgnum Kinabrekkuna við fullum upppakningi. Hetta er Birgar, sum kemur við elektriskum gittara og einum Tandberg bandspælara. Vit vóru stórliga imponeraðir av hesum tjekkaða og kula lonadreinginum, sum var trý ár eldri enn vit og longu átti knallert, elguitar og bandupptakara. Vit stóðu lotir har við okkara útgerð: tveimum Lignatone kassaguittarum, sum vit høvdu keypt frá Simma fyri 88,- kr og einari blikk-trummu frá Knút Lamba, - hetta munaði lítið móti Birgarsa framkomnu útgerð. Birgar sá beinanvegin, at vit ikki kundu koma langt við okkara akustisku útgerð.
 
##med2##

The Enjoyers í 1963. Frá vinstru Hans Christian, Steingrim, Birgar og Djóni

Hann prátaði tí við Simma og bað hann bíleggja tríggjar hvítar elguitarar av merkinum Höfner. Hans Christian og Steingrim fingu hvør sín guitara og Birgar ein basguitara. Prísurin fyri hvønn guitara var 975,-kr. Hetta vóru nógvir pengar í 1963, tá tímalønin var ein brotpartur av tí, hon er í dag.

Við Birgar kom fer á spælingina. Hann fekk skjótt í lag, at vit komu oman á Bryggjubakka at taka upp tónleik í 1964. Hetta árið vóru vit tríggjar ferðir í Útvarpinum, í februar, apríl og juni. Hann hevði spurt seg fyri hjá Niels Juul Arge, sum helt, at tað var eitt gott hugskot, at ungir dreingir tóku seg saman at gera orkestur. Tá var tað, at Niels Juul segði við Marius Rein, sum skuldi standa fyri upptøkuni: “Tað koma fýra ungir dreingir oman í Útvarpið í kvøld at spæla popptónleik. Tak væl ímóti teimum.”

The Enjoyers spældu saman í tvey ár. Birgar, sum var sera hugtikin av nýggja tónleikinum – serliga The Beatles  -  fór at spæla við Cream Crackers
Miðskeiðis í 90unum komu vit fýra saman aftur at spæla. Aftur var tað Birgar, sum tók stig til hetta. Nú fingu vit eisini ein fimta mann í orkestrið – tað var Charles Gade, sum spældi keybord. Hann var so óførur at sampla ljóð, soleiðis at vit fingu strúkararnar hjá Norrie Paramor til Shadows løgini.

Aftur í 60ini var eitt vælumtókt árligt dansitiltak í 80unum og 90unum, sum varð hildið í Høllini á Hálsi. Her vóru The Enjoyers eisini við fleiri ferðir. Fyrsta árið hevði Birgar fingið Fimmboða Lisberg at syngja. Eitt annað árið skuldu vit spæla undir hjá Robert McBirnie, tí Jógvan Dahl í Faroe Boys hevði fingið forfall. Her hevði Birgar eisini ein fingur við í spælinum. Tað var stuttligt og spennandi at venja programmið hjá Faroe Boys við sangum hjá Elvis, Tom Jones, Chuck Berry og the Searchers. Saman við Robert McBirnie hava The Enjoyers eisini fleiri ferðir spælt til dans í Havnar Klubba – seinastu ferð 2. nov. í fjør.

##med3##

Aftur í 60ini  2005. Steingrim, Djóni, Birgar, Robert og Hans Christian

Birgar var dugnaligur musikari. Hann var ein snillingur at finna fram til torførar akkordir. Eisini stóð hann fyri ræddarvenjingunum, tá onnur og triðja stemma skuldi venjast. Hann gekk upp í tónleikin við lív og sál. Tú sást á honum, hvussu hann neyt at spæla løgini og syngja sangirnar frá 60unum.

Birgar hevði góðar gávur, ikki bert innan tónleik, men eisini á øðrum skapandi økjum. Hann var sjálvlærdur og plagdi í skemti at taka til, at hann hevði gingið 3 ár á The Bette Arge University. Eitt, sum lá honum frammaliga í huga, var Havnin og alt tað, sum rørdi seg í høvuðsstaðnum. Hann vildi lýsa, hvussu ungdómur livdi  í 60unum, hvat eyðkendi tónleikin  og hvussu mótin sá út – hetta vóru alt samalt fyribrigdi, sum ikki fingu so stóran ans frá almennari síðu.

Modellið av Havnini er listarliga tilevnað og bøkurnar, sum hann hevur skrivað um Havnina og hennara borgarar, bera vitnisburð um hansara stóra áhuga og virkisfýsni. Hansara hjartabarn var býarsavnið um Havnina, sum hann ígjøgnum nógv ár hevði lagt so stóra orku í. Spell bert, at hann ikki upplivdi, at savnið fekk sømiligar karmar at húsast í. Ítrótturin hevði eisini hansara stóra áhuga – liðini, hann helt við, vóru B36 og Liverpool – og ikki at gloyma teir flottu stóru amerikansku bilarnir, sum honum dámdi so væl at koyra í.

Tað var sera svárt fyri Birgar, tá hann misti Elsu av krabbameini fyri seks árum síðan. Hann hevði ofta á orði, hvussu nógv hann saknaði hana. Onkusvegna fekst tú ta fatan, at hann ikki rættiliga kom seg yvir missin av Elsu. Hetta var eisini ein sera svár tíð fyri børnini hjá teimum Bjørg,Teitur, Marin.

Við Birgari hevur Havnin mist ein borgara, sum livdi og andaði fyri øllum tí fjølbroytta og søguliga, sum rørir seg í høvuðsstaðnum.

Við hesum orðum og í samkenslu við tykkum, ið hava mist, vilja vit lýsa frið yvir minnið um vinmannin Birgar.

Djóni, Hans Christian og Steingrim

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo