40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í mai 2016 vóru 3 feløg/samtøk undangóðkend til at bjóða uppá verkætlanina í innbodnari licitatión.

Í gjár 29. juni 2016 var licitatión uppá høvuðsarbeiðstøkuna.

Hesi feløg/samtøk bjóðaðu og teirra boð vóru hesi:

 P/F Articon- Sp/f Búsetur:   Boð kr. 293.866,875,62.
 SP/F TG-Verk –                    Boð kr. 275.982.636,00.
 P/F MT Højgaard Føroyar – Boð kr. 273.000.000,00.

Metingin var kr. 247.864.000,00.

Farið verður nú undir at granska innkomnu boðini við atliti kostnaði, fyrivarni og alternativum tilboðum. Síðan verður politiskt støða tikin til, hvør fær í boði at samráðast um eina partalagsavtalu og har raka ein targetprís. Um hetta ikki ber á mál, verður støða tikin til um farast skal víðari við sama arbeiðstakara.

Um verkætlanina
Skúlin á Fløtum verður trýsporaður frá 0 -7. flokk og fimm spor í 8 - 9. flokki. Tilsamans verða umleið 850 næmingar og 100 starvsfólk á skúlanum.

Skúlin verður umleið 11.600 m2 til víddar. Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum árini 2018-20.

Samtakið Eind er ráðgevi og stendur fyri projektering og eftirliti. Í juni 2016 var farið undir avgrevstur úti á Fløtum.

Til ber at lesa meira um verkætlanina her 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo