40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ímeðan 90% av upprunabretum yvir 70 ár nú eru koppsettir er tað sama galdandi fyri minni enn 60% av tilflytarum úr Afrika.

Fjórði hvør muslimur og fimti hvør buddistur í Stórabretlandi noktar at lata seg koppseta.

Tað vísa fesk tøl frá ONS, sum er bretska hagstovan.

Tølini vátta ein varhuga, sum myndugleikarnir hava havt í nakrar vikur. Fólk úr júst teimum mest útsettu bólkunum vilja ikki koppsetast, oftani av religiøsum orsøkum.

Tey halda at alkohol og úrdráttir úr svíni eru í vaksinuni, hava anti-vaksinatións rørslurnar roynt at billa fólki inn, og eftir øllum at døma við góðum úrsliti.

- Tað er ein dupult tragedia, tí oftani eru tað júst fólk úr hesum bólkunum sum trongja mest til koppsetingina, tí tey vísa seg at blíva lættari smitta enn onnur. Eitt nú tí tey hava útsett størv ella búgva tætt saman og eru nógv í húsi. Og samstundis verður tað verri at fáa floksimunitet, tá so stórir partar av fleiri bólkum ikki vilja koppsetast, sigur Zubaida Haque sum stendur á odda fyri Sage tankasmiðjuni, sum ráðgevur myndugleikunum, við The Guardian.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo