Frá Tórshavnar kommunu: Tilhaldið hevði jólaborðhald í Dansifrøi hósdagin 14. desember. Byrjað varð kl 15.30, og hildið varð á til midnátt.
Kvøldið var sera væleydnað. Ikki færri enn 180 fólk fólk høvdu teknað seg til borðhaldið. Oddvør Skarðhamar borðreiddi við sera leskiligum mati, køldum borði og heitum rættum.
Á myndini sæst Harmonikuliðið, 10 mans møttu upp at spæla. Hilmar Jan var borðstjóri og undirhelt selskapinum við sínum skemti.
Samanumtikið eitt sera gott kvøld við vælnøgdum pensiónistum í Tórshavnar Kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo