Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Mjølnir, Hondbóltssamband Føroya og B71 eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar.

Mjølnir
Mjølnir er eitt fevnandi felag, sum er sjónligt í lokalumhvørvinum. Venjingartilboð eru til børn úr 3 ára aldri og heilt upp til veteranar. Kvinnu- og mansliðini eru javnsett, og umstøðurnar góðar.

Mongu sjálvbodnu venjararnir verða eggjaðir til at taka venjaraskeið heima og uttanlands, og árliga verður skipað fyri menningarfundum,

Felagið skipar eisini fyri nógvum inntøkuskapandi tiltøkum – og nógvum trivnaðartiltøkum. Undan jólum er felagsvenjing og hugni, og kappingarárið endar altíð við hugnakvøldum.

Nevndin hevur verið støðug seinastu árini. Uppgávurnar eru greiðar, væl býttar og tey sjálvbodnu kenna sín leiklut. Felagið er nú eisini farið undir at orða, hvat tað merkir at vera aktivur limur í Mjølnir.

Mjølnir hevur seinastu árini droymt stórt og øðrvísi, við útlendskum venjarum og leikarum. Umframt at vera mest vinnandi felag í Føroyum, var Mjølnir í fjør fyrsta føroyska felag í Challenge Cup – og tað við góðum úrsliti.  

Fyri gott, drúgt og savnandi arbeiði verður Mjølnir tilnevnt til Ársins felagsskap 2024.

***

B71
B71 er av sonnum ein savnandi felagsskapur fyri alla Sandoynna. Her eru bæði børn og vaksin virkin, og flestu fólk í oynni munnu onkursvegna hava eitt tilknýti til felagið – tað veri seg sum íðkarar, venjarar, áskoðarar ella hjálparfólk annars.  

Hóast B71 fyrst og fremst er kent fyri fótbólt, fevnir felagið hartil eisini um flogbólt, hondbólt og futsal.

Fyri eina lítla oyggj sum Sandoynna - við smáum spjaddum bygdum - hevur tað ómetaligan týdning, at okkurt er, sum savnar øll. B71 skapar lív og samanhald í oynni, og tað skal ikki undirmetast hvønn sosialan, heilsuligan og lokalan týdning felagið hevur.

Tað sigur kanska nakað um savnandi megina, at hóast fólkatalið á Sandoynni er lágt, samanborið við onnur øki í landinum, hevur B71 kortini lið við í kappingini hjá øllum árgangum, bæði á gentu- og dreingjasíðuni í fótbólti.

Stórt fokus hevur verið á tey sjálvbodnu í felagsskapinum. Tey eru grundvøllurin, sum alt virksemið byggir á, og tey gera tað møguligt hjá einum so lítlum felagi at vera virkið. Seinnu árini er limatalið nógv vaksið, og tað merkist eisini aftur í trivnaðinum í felagnum.

Fyri sín ómetaliga týdning fyri trivnað og samanhald í Sandoynni verður B71 tilnevnt til Ársins felagsskap.

HSF
Hondbóltssamband Føroya hevur seinasta árið av álvara verið í ljósmála. Ígjøgnum sendingar og samrøður hevur almenningurin fingið innlit í hugsjónir, virðir og strategiir hjá felagnum. Vit hava sæð afturum góðu úrslitini seinastu árini og eru vorðin hugtikin av stóra, miðvísa arbeiðinum.

Huglag og hugburður hjá øllum teimum, ið eru knýtt at sambandinum, eru treytaleyst positiv, tá um føroysk evni og møguleikar ræður. Sannføring teirra um, at føroyskur hondbóltur kann kappast ímillum tey stóru, man hugtaka tey flestu.

Landsliðini hjá bæði U19 og U20 hava tikið lut í endaspølum og fingið úrslit sum ávíkavist nr 7 og 8.

Eingin føroyingur man heldur nakrantíð gloyma bragdið í Berlin, tá føroyska A-landsliðið á fyrsta sinni tók lut í einum EM-endaspæli. Allur hondbóltsheimurin hugdi at, tá ið visjónir og strategiir hjá HSF gjørdust veruleiki – og føroyska liðið var fult á hædd við kappingarneytarnar.

Øll hesi úrslitini eru bygd á eina breiddarhugsan, sum sigur, at um tað er stuttligt fyri øll at spæla hondbólt, samstundis sum vit menna talentini, fara úrslit at spyrjast burturúr.

Fyri miðvísa, skipaða og framúr góða arbeiðið við at menna føroyskan hondbólt verður HSF tilnevnt til Ársins felagsskap.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo