40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tjóðveldi er farið undir fundir við fakfeløg, og byrjað verður við fakfeløgunum innan stóra heilsu- og røktarøkið.

Í dag høvdu vit fundir við Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Vit takka fyri sera gevandi og læruríkar fundir.

Serliga bleiv viðgjørt, hvussu vit lyfta størvini á hesum økinum – har ímillum løn, arbeiðstíðir, arbeiðsumstøður, útbúgving, rektrutering, v.m.

Hetta eru mál, ið fylla nógv hjá okkum. Nevnast kann, at Tjóðveldi heilar fýra ferð, hevur roynt at fingið útvegað og útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk og námsfrøðingar seinastu tíðina.

Staðfestast kann, at tað eru einastandandi góð, arbeiðssom og faklig fólk innan alt heilsu- og umsorganarøkið.

Ætlanin er at hava fleiri slíkar fundir framyvir.

Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo