Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tjóðveldi í býráðnum heldur á at tosa um íløgur seinastu tvey árini, sum ikki eru bodnar út, men latnar serliga felagnum Articon.

Hildið verður uppá, at í “óteljandi” verkætlanum sleppa bara tvær fyritøkur framat, hóast fleiri aðrar fyritøkur hava bæði førleika og áhuga at bjóða.

Hetta verður ikki sannari av at verða endurtikið í tað óendaliga.

Veruleikin er harnæst, at tær allarflestu íløgurnar við fullum gjøgnumskygni eru einmælt samtyktar í býráðnum, og at Tjóðveldi hevur atkvøtt fyri flestu av hesum íløgum.

Innkomuvegurin
Taka vit nøkur dømi um størstu íløgurnar seinastu tvey árini, so er innkomuvegurin størsta íløgan. Hendan íløga varð samtykt við 10 atkvøðum fyri – ein atkvøða var ímóti og tvær blankar.

Skúlin á Fløtum
Næsta málið var útbygging av Skúlanum á Fløtum, sum var framhald av eini verkætlan, sum var boðin út. Íløgan varð einmælt samtykt.

Vinnuútstykking á Hjalla
Triðja málið var vinnuútstykkingin á Ovara Hjalla. Her atkvøddi Tjóðveldi sjálvandi ímóti – hetta er sami flokkur, sum nú gremur seg um, at vinnulívið í kommununi verður sett til síðis av sitandi meiriluta.

Hans Andrias Djurhuus
Fjórða málið var Dagsstovnur Hans Andrias Djurhuus. Her atkvøddi Tjóðveldi blankt og møtti heldur ikki til hátíðarhaldið, har starvsfólk og foreldur fegnaðust um at eiga skjótast bygda stovn í býnum, latnan upp dags dato og fyri avtalaðu upphæddina uppá krónuna. Ongin onnur fyritøka kundi átaka sær hetta arbeiði.

Íbindingarvegirnir
Fimta og stóra málið var um íbindingarnar til innkomuvegin. Hendan íløga varð einmælt samtykt við atkvøðunum hjá Tjóðveldi. Henda íløga var eitt framhald av innkomuvegnum, sum var boðin út.

Reynstún
Og seinasta málið, eg havi hug at nevna í hesum sambandi, er vegagerðin í Reynstúni og Reynsgøtu. Hetta er ein atknýtt verkætlan til eina verkætlan undir Fjarhitafelagnum. Málið varð einmælt samtykt.

Stórhøllin
Umframt hetta er tað so sjálvandi Stórhøllin við Tjarnir. Alt málið um stovnan av sjálvsognarstovninum og játtan av stuðlinum, varð avgreitt í fíggjarnevndini og í býráðnum við 12 atkvøðum fyri og eini blankari atkvøðu.

Og lat okkum so enn einaferð sláa fast, at stórhøllin við Tjarnir ikki er ein verkætlan hjá Tórshavnar Kommunu. Tað er ein sjálvsognarstovnur, ið byggir høllina, og Tórshavnar Kommuna letur stuðul til sjálvsognarstovnin saman við fleiri øðrum, fólkatinginum, løgtinginum og Betri.

Annika Olsen og Gunvør Balle vórðu í hesum sambandi valdar sum ávíkavist nevndar- og varalimur í stýrinum fyri stórhøllina. Annika situr enntá í løgtinginum, har hon eisini persónliga var við til at játta stuðul til stórhøllina.

Hava samtykt íløgurnar
Sum tann gløggi lesarin sær, so er ógvuliga torført at taka grenjið hjá Tjóðveldi fyri fult, serliga pástandin um, at onki gjøgnumskygni er. Tí tey eru jú partur av øllum hesum málum og hava alment verið við til at samtykt tey flestu. Nevndu mál eru øll upprunaliga bjóðað út, nøkur eru framhald av verandi verkætlanum.

Ikki álit á umsitingini
Tjóðveldi sigur seg onki álit hava á okkara fíggjarstøðu. Hetta vísir vantandi álit á okkara umsiting, sum hevur viðmælt øll hesi nevndu mál. Tí fíggjarliga er kommunan sera væl fyri. Og sera torført er at skilja, hvørjar av framdu íløgunum Tjóðveldi er ímóti. Tí tey tykjast alment at vera ímóti øllum, men atkvøða kortini fyri tí mesta.

Grótið á Velbastað
At enda kann nevnast, at í sambandi við Húsareynstunnilin, so hava vit valt at gagnnýta grótið til vinnuútstykking og íbindingar, og vónandi eisini til stóra sethúsa- og raðhúsautstykking og almennar stovnar við Stórutjørn, har avgrevsturin herfyri eisini alment varð boðin út.

Kanska trýstir skógvurin eitt sindur her, tí grótið úr sandoyartunlinum varð undir seinasta býráðið lagt í hagan á Velbastað. Ein stór skomm sum hevur givið kommununi stórar umhvørvisligar og fíggjarligar trupulleikar.

Kundi eisini at enda nevnt í sambandi við fíggjarstøðuna, at Tjóðveldi í seinastu samgongu rann undan eini íløgu uppá 70 miljónir til URD, sum sitandi samgonga mátti finna fígging til.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo