Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Við jøvnum millumbilum taka stórir spurningar seg upp millum manna og í kjakinum um samfelagið. Ikki altíð er lætt at finna tað rætta svarið ella eitt svar, ið tykist rætt og rímiligt.

Vit liva í einum fólkaræðisliga skipaðum landi, har vit hava frælsi at hugsa, tala, skriva og virka. Hetta frælsið er ikki allastaðni í heiminum. Vit mega í virðing hvør fyri øðrum lívga um hesi rættindi. Vit mega rúma hvør øðrum í samfelagnum.

Stórir spurningar fevna aloftast nógvar tættir og sannleikar. Hóast vit koma til eina klára niðurstøðu, er tað ikki vist, at vit hava vent hvørjum steini í málinum.

Undirritaði er sannførdur um, at henda andaktin ikki er eitt fullkomið og nøktandi svar. Ein andakt er orð til umhugsunar. Ein evangelisk andakt hevur sum grundarlag orðið um Guð og son hansara Jesus Krist.

Etiskt mál eru altíð annar liðurin í viðgerðini av einum evni. Áðrenn málið verður ítøkiligt, er tað yvirskipað viðgjørt átrúnaðarliga, filosofiskt ella politiskt. Sostatt er ítøkilig etisk hugsan nr. 2 í røðini, tí tann etiska hugsanin hevur eitt ástøði ella eitt fundament.

Fundamentið ella grundarlagið, ið andaktin byggir á, er tað bíbilska orðið um Guð sum skapara himins og jarðar. Eitt ávíst fundament er grundarlagið undir øllum etikki.

Um orðaskiftið ikki skal gerast eitt stríð um orð, er tað gagnligt at sipa til støðið ella fundamentið. Sum kristin prædikufólk hava vit ein borgarligan rætt og eina andaliga skyldu at gera okkara sjónarmið galdandi í samfelagnum, ið skal fevna øll, kristin sum ikki kristin.

Í mínum virki í talu og skrift er Bíblian grundarlagið. Fyri mær er Bíblian Guðs orð og ikki einans orð um Guð. Mær hóvar ikki ta niðrandi útsøgnina, at nøkur fólk eru fundamentalistar.

Innan øll øki – átrúnaðarlig, politisk og vísindalig – finnast fólk við smalari hugsan og avmarkaðum sjónarringi. Tað eru ikki einans konservativ kristin ella átrúnaðarliga sinnað fólk, ið eru smøl í fatan og hugsan. Tíverri, tí so var vandin avmarkaður!

Mær er tað eitt heiðurstekin, um onkur kemur til niðurstøðuna, at biskupur vegna Jesus er ein trúgvandi maður. Um tað ikki var so, átti biskupur at virka á øðrum øki.

Alla hesa vikuna hevur undirritaði saman við teimum norðurlendsku biskupunum verið á kirkjuligum fundi á Akureyri í Íslandi.

Temaið á fundinum var Guð sum skapari og upphav til lívið. Temaið var lutur okkara kristnu at røkja og fara væl um skapanarverkið í síni heild og breidd, t.d. jørðina, havið, djóralívið og menniskjað.

Komin aftur til Reykjavíkar ávegis heim, eru stundir til mína persónligu niðurstøðu.

Nr. 01: Guð er skapari himins og jarðar. Jesus, einborni sonur Guðs, er frelsari heimsins. Heilagur andi, talsmaðurin, kveikir trúnna til lívs.

Nr. 02: Guð er heilagur í síni tign og mæti. Guð er komin til jarðar í syninum Jesusi Kristi, ið er gitin av heilagum anda og føddur av Mariu moy.

Nr. 03: Hin heilagi Guð hevur skapað alt, ið til er vorðið.

Nr. 04: Hin heilagi Guð hevur skapað menniskjað í síni egnu mynd. Lívið er lívrunnið og givið av honum, ið heilagur er.

Nr. 05: Mannalívið er ein Guðs gáva og menniskjans møguleiki.

Nr. 06: Mannalívið er sum skapað av Guði heilagt longu frá gitnaði í móðurlívi og alt at gravarbakka / vátari grøv / ókendum lendi.

Nr. 07: Byrjanin til lívið, dagatalið og árini liggja í Guðs hondum.

Nr. 08: Vegna skapan Guðs og heilagleika hansara er menniskjan halgað og sett til at umsita og ansa eftir skapanarverkinum. Hetta er uppgáva teirra kristnu.

Nr. 09: Kristnin er sett til at fara væl um lívið og geva tí bestu sømdir.

Nr. 10: At taka lív ella avmarka lívið og umstøður lívsins er ikki heimilað menniskjum. Lívið er Guðs gáva og menniskjans uppgáva.  

Tá ið nú tøka av lívi ikki samsvarar við grundarlagið undir mínari kristnu trúgv og trúnni hjá mínum samsintu, ja so hava vit sum trúgvandi fingið eina uppgávu, ið vit mega røkja við nærlagni.

Vit mega sum einstaklingar, kirkjur og samkomur eggja okkara politikarum at geva komandi mammum allar hugsandi sømdir, so tær kenna tað gleðiligt heldur enn avbjóðandi at vera við barn og gerast mamma.

Undirritaði er vitandi um, at í hesi øldini hava nógvar ungar mammur havt tað svárt vegna tess, at tær gjørdust við barn.

Siga vit ja til lívið, mega vit taka ábyrgd bæði sum einstaklingar, kirkjur og samfelag. Hesa ábyrgdina hava vit – fíggjarliga og andaliga – valla røkt nóg væl. Harafturat mega vit í Jesu navni boða náði Guðs til kvinnur og menn, uttan mun til tiknar avgerðir og gjørdar gerðir.  

Undirritaði sigur ja til lívið og er til reiðar at gjalda eitt sindur meira í skatti. Vit ríku skulu eyðvitað gjalda fyri tey, ið eiga minni. Lívið krevur solidaritet. Amen.

Orðið: “Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi!” (Sálmur 139,13).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo