40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skulu umstøðurnar í Føroyum verða á sama stig, sum í danska fongsulsverkinum, er neyðugt við einum nýggjum fongsli í Føroyum. Tað var greiði boðskapurin hjá løgmanni á fundi við Nick Hækkerup, danska løgmálaráðharran.

Umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali eru ikki nøktandi. Mjørkadalur er hvørki bygdur til arrest ella fongsul, og hóast ábøtur eru gjørdar, seta karmarnir óneyðugar avmarkingar fyri tey, sum sita dómin har.

Bárður á Steig Nielsen vísti eisini á, at tað er avgerandi neyðugt at skipa umstøðurnar soleiðis, at varðhald er fyri seg, og fongsul fyri seg. Eisini er neyðugt at taka stig til, at tey, ið fáa dóm longur enn eitt ár, kunnu sita revsingina í Føroyum, og at varðhaldsfangar og aðrir fangar kunnu skiljast sundur.

Danski løgmálaráðharrin ásannaði, at tørvur er á at kanna nærri, hvussu bøtast skal um fongsulsumstøðurnar í Føroyum. Løgmaður og danski løgmálaráðharrin avráddu eisini, at føroysk og donsk embætisfólk skulu umrøða og lýsa málið nærri, soleiðis at politisk semja kann fáast um, hvussu málið skal loysast. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo