Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað tók í gjár einans 3 tímar hjá Bakkafrosti at tekna nýggjan partapening fyri 4,5 milliardir krónur. Pengarnir skulu brúkast til at keypa The Scottish Salmon Company Plc frá Northern Link Ltd.

Tað upplýsti Regin Jacobsen, stjóri, fyri Útvarpinum fyri løtu síðani. Marknaðurin var til reiðar at tekna 12 milliardir, men so nógv skuldi Bakkafrost ikki brúka, upplýsti Regin Jacobsen.

Bakkafrost hevur undirskrivað bindandi sáttmála um keyp av meirilutanum av The Scottish Salmon Company, sum er næststørsta alifelag í Skotlandi.

Keypsprísurin fyri hvørt partabrævið var 28,25 norskar krónur, og hinir partaeigararnir fáa sama tilboð um at selja.

Tilboðið frá Bakkafrost hevur tó ikki fingið eigararnar upp úr stólinum. Kursurin á The Scottish Salmon Company liggur í morgun á 28,05 - hann er fallin 0,18% í dag.

Partabrævið hjá Bakkafrost er hinvegin mest umsetta partabrævið á Oslobørs í dag, men eisini hjá Bakkafrost er talan um kursfall uppá áleið 0,5% í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo