40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða mamma, kona, dóttir, systir og svigarinda Annfríð Davidsen, f. 12 juli 1969 - d. 24 januar 2015, doyði og varð jarðað.

Vit hava mist eitt menniskja, sum altið fer at verða høgt elskað og sárt saknað.

Okkara minnir eru dýrabar, og okkara sorg er ómetaliga stór.

Stóra takk fyri umsorgan og samkenslu í hesi sváru tíð. Takk fyri tær nógvu samkenslukvøðurnar, vitjanirnar og allar blómurnar, sum hava vermt okkara hjørtu í køldu sorgini.

Takk til tykkum á B6, sum vóru um hana. Takk til tykkum á sjúklingahotellinum. Takk til prestarnar Marjun í Kálvalíð og Ingu Poulsen Dam. Takk til sangarar, kirkjutænarar, berarar og gravarar.

Takk til tykkum øll, ið hjálptu til við ervinum. Og takk til tykkum mongu, sum fylgdu Annfríð til hennara seinasta hvíldarstað.

Familjunar vegna
Jógvan, Anny, Heidi og Bogi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo