40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Seinastu vikuna hava vanligir borgarar og listafólk lívgað um Vágsbotn við ull, árabátum, boyum og øðrum føroyskum mentanarlutum. Økið letur upp leygardagin og er liður í verkætlanini “Ein livandi mentanararvur”.

Hanus G. Johansen syngur nøkur løg, og Bárður Næs diskar. Og so fer Búi Dam at hugleiða um tann livandi mentanararvin, og hvussu Havnin er eitt stórt hús, har vit øll skulu trívast.

Øll eru vælkomin. Økið bjóðar bæði børnum og vaksnum til hugna og spæl. Sirkus selur øl, sodavatn og kaffi.

Hesi hava stuðlað verkætlanini: Tórshavnar kommuna, Faroe Ship, Mentanargrunnur Landsins og Føroya Tele. Aftrat hesum hevur Vónin stuðlað við tilfari.

Tiltakið verður í Vágsbotni leygardagin 20. august kl. 17.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo