At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Korona minti okkum á tvey ting viðvíkjandi tónleikalívinum. Tað fyrsta er, at tónleikarar blivu arbeiðsleysir yvir nátt. Teir vóru fyrst at lukka niður og teljast enn millum tey harðast raktu.

Og sum tað næsta var korona ein áminning um, hvussu nógv tónleikur hevur at siga fyri okkum. Til dømis var eitt stórt tómrúm, tá festivalar og konsertir knappliga vóru vekk.

Og tað var eisini tá, at tónleikarar traðkaðu í karakter og stroymdu konsertir út í stovurnar, har vit kundu sita heima og njóta tónleikin tryggari fjarstøðu. Við øðrum orðum, so er tíðin búgvin til, at vit vísa tónleikarum virðing og seta eina skipan á stovn, har tónleikarar fáa eina minstuløn fyri sítt arbeiði.

Longu farna vetur boðaði eg - sum formaður í vinnunevndini - frá, at ætlanin er at gera eina skipan, sum skal tryggja tónleikarum eina minstuløn, tá teir spæla til konsertir og tiltøk. Samstundis er ætlanin eisini at fáa eina skipan, sum fevnir um alt landið, har vit samstarva við landsins mynduleikar innan økið. 

Hevur skund
Mítt greiða mál er framvegis at seta eina skipan í verk, har fyriskiparar hava møguleika at søkja peningaligt ískoyti til tónleikarar. Og nú fíggjarlógin fyri 2021 verður viðgjørd, hevði tað verið upplagt, at landsstýrismaður í mentamálum, Jenis av Rana, eisini arbeiðir fyri at fáa fígging til eina landsfevnandi skipan.  

Tað stutta av tí langa er, at vit skulu vísa tónleikarum virðing fyri teirra arbeiða. Í løtuni er tónleikavinnan í djúpari kreppu, og vit skylda tónleikinum eina hjálpandi hond. Og við at tryggja tónleikarum eina rættvísa minstuløn, so vísa vit tónleikarum ta virðing, sum teir hava uppiborið.  

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo