Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tá Keldan byrjaði sítt virksemi í 1987, var tað úrslitið av einum gomlum dreymi um at hava eitt stað, har vit kundu savnast um Guds orð alt árið.

Øll árini síðani karismatiska vekingin vaks fram í Føroyum, hevði talan verið um vikuskiftismøti, ið vórðu hildin í skúlum og aðrastaðni í landinum, og síðani 1979 høvdu tjaldmøti eisini verið um summarið.

Møtini vetrarhálvárið lógu ikki í føstum kørmum. Knappliga hoyrdi tú eina kunngerð í Útvarpinum, ella ein lýsing stóð í bløðunum um, at nú vórðu vikuskiftismøti undir heitinum "Kristus er Svarið,” og so fór “maður av húsi”. Tað einasta sum lá fast tey fyrstu nógvu árini var, at á páskum var páskastevna.

Í 1979 varð tjaldið sett upp við Leynavatn, og frá 1980 stóð tað á Gøtueiði. Tá bleiv summarhálvárið meira skipað við møtum hvørt vikuskifti, men um veturin var alt “við tað gamla”. Onkuntíð vóru møti, men aðrar tíðir var einki. Tey, sum gingu til “Kristus er svarið møtini”, vóru í øðrum kirkjum og samkomum, ella ongastaðni, tá hesi møti ikki vóru. Í Klaksvík fingu tey Soli Deo Gloria, og í Hoyvík fóru tey eisini at hava møti hvørt sunnukvøld (tað, sum seinni bleiv Oasan). Í fleiri bygdum vóru eisini húsbólkar.

Tá Keldan byrjaði, fingu vit í Eysturoynni eitt stað, har vit kundu hava møti alt árið. Men innihaldsliga var tað tó í nógvar mátar framhald av tí sama. Eitt elstaráð varð sett til at taka sær av øllum tí praktiska, og hesir skiftust um at skipa fyri møtunum. Teir høvdu ein mánað í part, har teir skuldu skaffa fólk at tala, syngja ella hvat tað annars kundi vera.

Møtini bóru tí eitt sindur av dámi av, hvør átti hvønn mánað. Eitt annað eyðkenni fyri hesi møtini var, at tey vóru ikki fyriskipað niður í minstu smálutir. Øll kundu fara upp at vitna, syngja ella hvat tað annars kundi vera.

Ein ungdómsnevnd var, sum tók sær av tí sum nú kallast AWAKE. Har vóru fleiri skiftandi fólk í nevndini, millum annað vóru Pauli og Jastrid har. Pauli vísti tíðliga góð leiðaraevni í hesi nevndini, og hann hevði stórar visjónir fyri, hvussu samkoman átti at virka. Eg minnist, at einaferð varð ein lega hildin, har Pauli legði fram, hvussu hann sá fyri sær, at samkoman kundi verið skipað við einum samskipara. Tað vóru tankar, sum fingu góða móttøku, men tað hendi tó eingin broyting tá. Seinni var aftur ein lega um tað sama, og tá kom broyting í.

Alt hetta endaði við, at Pauli og Jastrid blivu sett sum leiðarapar. Fyri Kelduna var tað eitt stórt framstig, tí nú bleiv Keldan meira ein eind.

Fyri okkum, sum høvdu verið við frá byrjan, kom tað eitt sindur óvart á, at Pauli skuldi blíva samkomuleiðari, tí hann virkaði, í hvussu so er ta fyrstu tíðina, meira smæðin heldur enn ein “leiðaratýpa”. Men hetta er bara enn ein áminning um, at vit verða ikki útvald eftir, hvat onnur halda um okkum.

Eitt, sum eg serliga minnist Jastrid fyri, var, at hon byrjaði at hava lovsang, soleiðis sum vit kenna lovsangin í dag. Áðrenn tað høvdu vit havt vanligan felagssang, men nú skuldu øll standa uppi og syngja lovsangir – ofta somu sangirnar nógvar ferðir. Tað vóru ikki øll sum vóru so glað fyri hetta ta fyrstu tíðina. – Hví syngja tað sama umaftur og umaftur, og hví so leingi hvørja ferðina? Men við tíðini skiltu fólk týdningin av hesum.

Pauli byrjaði skjótt, eftir at tey vóru blivin leiðarar, at tosa um at útbyggja Kelduna, og seinni broyttist tað til at byggja eitt nýtt hús, sum var størri enn tey flestu dugdu at ímynda sær. Hetta virkaði rættiliga ógvusligt, og serliga tá tøl vórðu sett á, hvussu nógv hetta fór at kosta. Men fólk tóku væl ímóti tí, og skjótt merktist eisini, at meira varð givið til arbeiðið.

Og tað steðgaði ikki har. Næsta visjónin, og har var tað serliga Jastrid, sum stóð fyri henni, var at hava egnan skúla. Nú hava vit eisini fingið Bíbliuskúla, og mangt annað kundi eisini verið nevnt. Enn vita vit ikki, hvar hetta endar – ella um tað nakrantíð endar.

Vit kunnu í øllum førum vera takksom fyri, at vit hava fingið leiðarar sum hava stórar visjónir, hava torað at stigið út í tað ókenda, og sum hava dugað at fingið samkomuna at fylgt við.

Hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum, Jastrid og Pauli, og takk fyri arbeiðið, ið tit higartil hava gjørt. Tit hava verið góðar fyrimyndir, og ynskja vit Guds ríku signing yvir tykkum, tykkara familju og arbeiðið framyvir.

Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo