40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttarfelagið Bragdið: Tórshavn Marathon, sum skuldi vera 26. september 2021, er avlýst.

Upprunaliga skuldi ársins renniveitsla – Tórshavn Marathon – verða 6. juni í ár. Fáar dagar undan renningini tók korona seg upp av nýggjum í Føroyum, og vit valdu at fylgja tilráðingunum frá myndugleikunum og útseta renningina. Vit avlýstu ikki, men útsettu til 26. september 2021.

Nú 26. september 2021 nærkast kunnu vit tó staðfesta, at tað ikki er lætt at flyta eitt tiltak, sum Tórshavn Marathon. Fólk venja leingi og málrættað til eitt marathon, og vit mugu ásanna, at týdningarmiklasta grundarlagið undir Tórshavn Marathon – rennararnir – ikki í nóg stóran mun eru til staðar.

Vit vilja, at Tórshavn Marathon skal vera ein stór renniveitsla, har luttakarar úr øllum heiminum eru við. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa neyðugu tilmeldingarnar til, at vit kunnu halda Tórshavn Marathon 2021, soleiðis at rennararnir fáa ta uppliving, sum vit vilja, teir skulu hava.

Vit eru ótrúliga hørm um, at vit nú – fyri triðju ferð – bera boð um, at Tórshavn Marathon 2021 ikki verður.

Vit fara tó at leggja okkum eftir, at Tórshavn Marathon 12. juni 2022 verður tað besta higartil.

Rennarar, sum hava flutt sína tilmelding til 26. september ella sum hava meldað til aftaná 6. juni, fáa beinleiðis boð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo