40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tann 26. mai 2016 eru liðin 150 ár, síðan Tórshavnar kommuna fór til verka sum sjálvstøðug kommuna. Í tí sambandi skipar kommunan fyri fleiri tiltøkum í summar, m.a. framsýning um søguna hjá kommununi og ymsum tiltøkum fyri børn og vaksin. Serliga nógv verður gjørt burturúr síðst í mai.

Fyrsta kommunustýrið í Havn hevði sín fyrsta fund heima í stovuni hjá A. C. Lützen 26. mai í 1866. Frammanundan hevði verið kjak í endurreista løgtinginum um at fáa kommunalar stovnar í Føroyum, og í Havn vildu borgarar sleppa at velja síni umboð í eitt kommunustýri, sum skuldi menna býin.

Tá havnarmenn í 1863 frættu, at Peter Holten, amtmaður í Føroyum frá 1861 til 1871 og tingformaður, arbeiddi við at gera uppskot um kommunulóg fyri Havnina, skrivaðu teir til hansara og takkaðu honum fyri átakið. Tilsamans 18 havnarmenn skrivaðu undir brævið.

Í brævinum søgdu teir, at av tí, at lógin var so neyðug, átti amtmaðurin at skipa so fyri, at lógin varð løgd fyri løgtingið og samtykt sum skjótast. Amtmaðurin lurtaði eftir áheitanini og legði lóg fyri tingið um at skipa Havnina sum keypsstað og skipa stjórn í býnum.

Akuroyri fyrimynd
Grundarlagið undir uppskotinum var kommunulógin fyri Akuroyri í Íslandi frá 1862. Hetta komst av, at amtmaðurin helt Akuroyri kunna brúkast sum fyrimynd hjá Havnini. Nevndarálit varð síðan gjørt um at stovna Tórshavnar kommunu. Tað var liðugt 23. august í 1963. Í álitinum stóð:

”Havnarborgarum hevur leingi tørvað skipað kommunustýri, eins og býnum hevur tørvað ein kommunalan myndugleika í viðurskiftum við serligum áhuga at taka avgerðir fyri býarborgararnar. Haraftrat er tað týdningarmikið at menna kommunala frælsið, sum grundlógin birtir uppundir.”

Ásetingin um at skipa Havnina sum keypsstað varð tikin úr uppskotinum, og tá løgtingið hevði samtykt uppskotið, fór tað í landstingið, har tað varð samtykt 3. januar í 1866, og í fólkatingið, har tað varð samtykt 29. januar. Føroyski fólkatingsmaðurin, Johannes Petersen, viðmælti at samtykkja uppskotið.

Fútin føddur limur
Sambært lógini fyri Tórshavnar kommunu skuldi fútin, sum var føddur limur í býarstýrinum, stjórna kommununi saman við fimm fólkavaldum umboðum. Teir fólkavaldu skuldu verða valdir við almennari atkvøðugreiðslu, har eitt valstýri spurdi veljaran, hvønn hann valdi.

Atkvøðurætt høvdu allir fullmyndugir menn, sum ikki vóru í beinleiðis tænastu hjá øðrum. Teir skuldu hava búð í kommununi í minsta lagi seinasta árið og skuldu eisini hava goldið kommununi í minsta lagi tveir ríkisdálar í skatti árliga. Tveir ríkisdálar svaraðu til fýra krónur.

Fyrsta kommunustýrisvalið var 8. mai í 1866. Teir, sum vórðu valdir, vóru A.C. Lützen, skúlalærari, H. C. Müller, sýslumaður, M. C. Restorff, keypmaður, C. M. Olsen, bókhaldari, og E. D. Bærentsen, kirkjukassameistari. Í stýrinum var eisini Hannes Finsen, fúti.

Fyrsti fundurin var so 26. mai 1866, har kommunustýrið skipaði seg við A.C. Lützen sum formanni.

Ein neyv skrá verður kunngjørd seinni fyri tiltøkini dagarnar frá 26. til 29. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo