40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár hoyrdu vit í útvarpstíðindunum stjóran í byggifyritøkuni Eysturlon greiða frá um saknin í eini endurnýtslustøð til byggitilfar. Ti ofta leypir tilfar av, ella byggiætlanir verða broyttar, og so endar púra óbrúkt tilfar á brennistøðunum. 

- Vit í býráðnum í Havn eru púra samd,  og vit hava sett júst eina skiljihøll við á fíggjarætlanina fyri í ár við 7 milliónum krónum, sigur Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu. 

- Okkara ætlan er, at bæði privat og fyritøkur skulu kunna lata tilfar inn á eina víðkaða endurnýtslustøð við tilhoyrandi skiljihøll, og at støðin eisini skal gera nógv burturúr at fáa ymisk sløg av endurnýtslu at henda. Fólk kunnu koma og leita eftir tilfari, og eisini skal ein slík støð hava høli til verkstaðir, íverksetan og undirvísing, sigur forkvinnan. 

Í samgonguskjalinum stendur, at økjast skal um endurnýtsluna og minkast um brenningina.

Býráðið hevur funnið rætta stykkið at byggja á beint yvirav brennistøðini og Endurnýtsluni á Sandvíkarhjalla, og arbeiðir nú við at fáa formellu viðurskiftini rundan um ognina upp á pláss, so stykkið kann nýtast til kommunalu verkætlanina. Tíverri hevur málið drigið alt ov langt út. Tað er avgerandi fyri skiljihøllina, at hon liggur í beinleiðis framhaldi av brennistøðini og verandi endurnýtslustøð. 

- Vit hava eisini fingið beinleiðis áheitan frá øðrum fyritøkum, og tað er sera gleðiligt, at vinnan spyr eftir grønum loysnum. Vit arbeiða av øllum alvi at fáa nýggju endurnýtslustøðina í mál. Vónandi fara so landsmyndugleikarnir at gera sítt, so forðingar fyri grønum framburði verða fingnar av vegnum so skjótt sum gjørligt, sigur Bjørg Dam.

Byggivinnan og onnur verða longu í komandi mánaði, beint eftir Umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu, boðin til verkstovu at siga sína hugsan um umhvørvispolitisku kósina hjá kommununi, og upplagt er tá at taka endurnýtslu av byggitilfari við í kjakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo