Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Jens-Kjeld Jensen á síni heimasíðu: Í kvøld ringdi ein til okkara og spurdi, um vit høvdu sæð, hvat stóð niðri í Steinatúni. Tað høvdu vit ikki, og eg má viðganga, at eg eri enn paff av tí, eg sá - fleiri plattar av innfuttum livandi vøkstri.

Kommunan sigur seg vera grøna; men eg visti ikki, at tað eisini kundi merkja, at kommunan kann blíva við at innflyta livandi gróður við livandi verum úr útlondum - her Svøríki.

Tori ikki at hugsa um, hvat fer at skrambla niður í høvdi á fólki av hesi tekjuni í summar, og enn minni tori eg at hugsa um, hvat man fara at skríða runt í Steinatúni, og sjálvandi eisini á og undir beinkjunum næstu dagarnar. Og tá eru møgulig árin á okkara sárbæru náttúru ikki roknaði uppí - enn...

Ófatiligt, at tá vit longu frammanundan síggja fremmand kykt nærum hvørja viku, so heldur onkur bara fram við at innflyta uppaftur fleiri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo