40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum øll vita, so er bústaðarneyðin ovurstór í Tórshavnar Kommunu.

Vit vildu loysa ein part av hesum trupulleikanum við at stovna eitt felag, keypa eitt gundstykki og síðani byggja bíligar, smáar bústaðir til fólk, ið mangla eitt stað at búgva.

Verkætlanin fekk nógvan stuðul frá fólki, og vit fingu savnað næstan 300 fólk, sum vildu vera við í verkætlanini. Alt byrjaði gott, og Býráðið, sum situr nú, tók væl í móti verkætlanini, eins og Býráðið, sum sat áðrenn.

Men tað nyttar einki at siga eitt og gera eitt annað.

Tilsamans hava vit havt eini 20 fundir við Tórshavnar Kommunu. Tey eru líka jalig hvørja ferð, men tá fundurin er liðugur, so hoyra vit lítið og einki frá teimum.

Tað átti ikki at verið so trupult at funnið eitt stykki til eina tílíka verkætlan. Vit vilja fegin gjalda tað, sum tað kostar at keypa ella leiga, men eftir tvey og eitt hálvt ár, er tolið uppi.

Vit hava havt ein síðsta fund innanhýsis í nevndini og eru samd um at sleppa verkætlanini nú. Fólkini, sum annars vóru eldhugað og ágrýtin, orka ikki at blíva við.

Hetta er sera spell, tí hetta kundi broytt alt kostnaðarstøðið við teimum ógvusligu húsaprísunum, sum vit hava í løtuni. Eisini kundi hetta givið nógvum familjum eitt heim, um verkætlanin bar á mál.

Vit gera av at gevast, tí í nevndini sita fólk, sum skulu passa arbeiði og familju, og hava fingist við sjálvsognarfelagið í sínari frítíð. Verkætlanin hevur leingi verið klár at føra út í verk, men ein missir mótið, tá so nógv skal til fyri at keypa eitt grundstykki frá Tórshavnar Kommunu og koma í gongd.

Vit sita eftir við einari keðiligari kenslu, tí hetta átti veruliga ikki at verið so trupult. Ein og hvør dugir at síggja, at bústaðaneyðin er stór, m.a. hevur Kringvarp Føroya gjørt ein dokumentar um evnið, og har sóu vit, at vit mangla fleiri túsund bústaðir fyri at nøkta tørvin. Sjálvandi átti Tórshavnar Kommuna at víst vælvild og latið privat, eldhugað fólk keypt eitt grundstykki og bygt fleiri smáar og bíligar bústaðir.

Hetta verður sostatt tað seinasta, sum er at hoyra frá okkum í Sjálvsognarfelagnum Kirkjubøarvegur.

Sjálvsognarfelagið Kirkjubøarvegur
John Johannesen, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo