Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Í dag hevur Tórshavnar kommuna skrivað undir avrikssáttmála við Felagið Tórshavn og samstarvavtalu við Visit Faroe Island og Visit Tórshavn.

Felagið Tórshavn fevnir um City Tórshavn, sum verður fíggjað við limagjaldi og øðrum inntøkum frá m.ø. tiltøkum av ymsum slag og Visit Tórshavn, sum er fíggjað við stuðulsjáttanum frá Tórshavnar kommunu.

Í 2024 verður hildið fram við at seta ymsu átøkini í nýggja ferðavinnupolitikkinum í verk. Hetta inniber at skelta, kunna um gonguleiðir í og uttan fyri býin, at skipa cruisevinnuna í samstarvi við avvarðandi partar, og at menna nýggj ferðavinnutilboð saman við verðandi og komandi aktørum.

Eisini skal kampingøkið yviri við Strond hava burðardygga góðkenning av góðkendum triðjaparti. Arbeiðið við at veita grøna orkuskipan til komandi sesong er longu væl ávegis. Harumframt hevur Visit Tórshavn ítøkilig mál í mun til at kunna um betri atkomumøguleikar í kommununi fyri bæði lokal og vitjandi.

Endamálið hjá Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, marknaðarføring av Tórshavn og menning av vinnuferðavinnu. Har til hoyrir m.a. at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag í kommununi, at kunna um tiltøk, og sum heild, at menna ferðavinnuna í Tórshavnar Kommunu á burðardyggan hátt.

Tórshavnar kommuna skrivað undir samstarvsavtalu við Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn um vinnuferðavinnu fyri 2024-2026
Eisini varð samstarvsavtala um Vinnuferðavinnu fyri komandi trý árini undirskrivað. Hetta samstarvið fevnir um Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Tórshavnar kommunu, sum seinastu árini miðvíst hava arbeitt við at styrkja vinnuferðavinnuna í tøttum samstarvi við føroysku vinnuna.

Í nýggja ferðavinnupolitikkinum verður dentur lagdur á at menna vinnuferðavinnu í Tórshavn til tess at tryggja eina burðardygga ferðavinnu. Hesi ferðafólkini ferðast primert í lágárstíð í arbeiðsørindum, til ráðstevnur og líknandi tiltøk. Í meðal leggja tey munandi meira eftir seg peningaliga samanborið við onnur ferðafólk.

Eitt av átøkunum í ferðavinnupolitikkinum fram móti 2026 er at styrkja vinnuferðavinnu við øktari játtan.

Samlaða játtanin fyri Vinnuferðavinnu verður nú seks milliónir krónir árliga. Av teimum rindar kommunan tríggjar milliónir krónir og Visit Faroe Islands tríggjar milliónir krónir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo