Tórshavnar Kommuna: Fríggjakvøldið 17. desember kl. 19 letur nýtt ungdómshús upp á Velbastað. Men ungdómshúsið má hava eitt rámandi navn, og tí bjóðar kommunan øllum at taka lut í einari navnakapping.
Vinnarin av navnakappingini fær 3.000 krónur. Einasta kravið er, at navnið skal vera lætt at siga og hóska til umhvørvið og dagstovnin annars.
Freistin at lata okkum uppskot er mikudagin 15. desember 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo