Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar Sløkkilið: Mánadagin 2. oktober frá kl. 15.00 til 18.00 hevur Tórshavnar Sløkkilið almenna móttøku við Oyggjarvegin í sambandi við, at tað í ár eru 90 ár síðani, at Tórshavnar býráð gjørdi av at skipa eitt fast sløkkilið í býnum.

Tað var í 1933, at Sløkkiliðið varð stovnað. Men nógv er broytt síðani Johan Shell, Rubekk hjá Mouritsi, Bil-Óli, Zacharis Reynagarð, Anton og André Andresen og aðrir góðir havnarmenn vóru sløkkiliðsmenn í býnum og høvdu sproyturoyndir úti á Reyni.

Tá Tórshavnar Sløkkilið í 1948 fylti 15 ár, flutti støðin í Varðagøtu, har p/f Wenzel Petersen hevði havt bil- og verkstað í nøkur ár. Verkstaðið varð innrættað til brandstøð, og vóru umstøðurnar eftir tátíðarinnar krøvum góðar. Í Varðagøtu húsaðist Sløkkiliðið tey næstu nógvu árini, til flutt var niðan á Oyggjarvegin í desembur 1994.

Brandstøðin hevur eisini eitt savn við ellisakførum, pumpum og útgerð annars. Elsta pumpan er frá 1776. Fyri nøkrum árum síðani varð nógv gjørt burturúr at seta gomlu sløkkiliðsbilarnar í so góðan stand, at teir kunnu koyra. Somuleiðis er øll tann gamla útgerðin og amboð, sum ikki verða nýtt í dag, savnað á støðini.

Í sambandi við 90 ára dagin verður, sum sagt, opið hús á Brandstøðini frá klokkan 15.00 til 18.00. Fólk eru vælkomin á gátt at kunna seg um ymisku uppgávurnar hjá Sløkkiliðnum.

Nógv er at síggja á støðini, og vit gleða okkum at heilsa uppá tykkum øll ung sum gomul, bæði fyrrverðandi starvsfelagar, vinir og kenningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo