40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Barbara Nattestad, sum eigur eitt barn við ADD og Aspergers syndrom, heldur tað hava stóran týdning hjá skúlaverkinum at tryggja, at lærarar og námsfrøðingar verða undirvístir í ADHD, Aspergers og øðrum diagnosum, so tað ber til at lofta børnum við líknandi avbjóðingum fyrr.

- Man skal hugsa meira um avbjóðingarnar hjá børnum, tá tey eru heilt smá. Men tað er so ringt at fáa eyga á hesar avbjóðingarnar, tá man ikki kennir til tær. Ein byrjan hevði verið, at umboð frá øllum deildunum í fólkaskúlunum fingu eitt skeið í hesum diagnosunum.

- Eg haldi eisini, at frálæra skal inn í undirvísingina hjá lærara- og námsfrøðilesandi. Skúlin skal eisini tryggja vegleiðing til foreldur, so tey vita, hvar tey skulu venda sær, tá ið tey hava líknandi trupulleikar, sigur Barbara Nattestad.

Í Skúlablað nr 4, sum júst er komið, greiðir Barbara Nattestad frá, hvussu sonur hennara hevur havt tað, eitt nú í skúlanum.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo