40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið hevur gjørt ferðmátingar á landsvegunum á Streymoynni um vikuskiftið, og úrslitið bleiv, at ein bilførari fekk sonevnda treytaða frádøming av koyrikortinum. Ferðmátingin vísti, at hann koyrdi 115 km/t har bert var loyvt at koyra 80 km/t, og tí skal hann upp til nýggja koyriroynd, skal hann ikki missa kortið. Í trimum øðrum førum fingu førararnir klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu ávíkavist 106, 107 og 110 km/t.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at annars hevur vikuskiftið verið friðarligt.

Politiið gjørdi kanningar á Sandoynni, har bilførarar vórðu kannaðir fyri møguliga at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, men har var alt sum tað skuldi vera.

Í tveimum øðrum førum vórðu tó bilførarar tiknir fyri júst sama lógarbrot. Tann eini í Eysturoynni og hin í Streymoynni. Kanningin á staðnum vísti, at promillan var yvir 0,2 og tá má ein blóðroynd til fyri at staðfesta nærri, júst hvussu høg promillan var.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo