Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Hetta er triði fyrilesturin í fyrilestrarøðini um íverksetan innan ferðavinnu.

“Vit hoyra ofta, at fólk hava dreymar um at at gera sítt hugskot til veruleika, men fleiri spurningar og ivamál stinga seg upp”, sigur Marjun Niclasen, leiðari á Visit Runavík.  Hetta er ein av orsøkunum til at hetta evni er sett á skrá.

Mánakvøldið 29. januar fara Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari á Íverksetarahúsinum og Sóley Heradóttir Hammer, leiðari á Hugskotinum á gátt at greiða frá um tænastur og ráðgeving, sum stovnarnir veita íverksetarum. Sigrun fer harumframt at greiða frá Hópfígging. Bogi Krossteig, sum eigur North Atlantic Diving, sigur frá tilgongdini frá hugskoti til veruleika, og hvørjir fíggingarmøguleikar eru.

Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 29. januar kl. 19.-21 og eru ókeypis.

Tiltakið er ein partur av eini fyrilestrarøð, ið snýr seg um íverksetan og ferðavinnu. Toymið á Visit Runavík hevur í rúma tíð arbeitt við at skipa staðbundnar verkætlanir innan ferðavinnu, har meginparturin av inntøkunum fer til bygdina, staðbundnar felagsskapir ella bygdafólkið. Toymið á Visit Runavík vónar, at onkur fyrilestur kann geva íblástur til fólk í Runavíkar kommunu at byrja eitthvørt virksemi, so fleiri úr lokala økinum kunnu bjóða seg fram, tá ið talan er um staðbundnar upplivingar, gisting, vistveiting, heimablídni ella okkurt líknandi. Fleiri áhugaverdar og serstakar upplivingar eru longu í kommununi, men hetta er ein roynd at fáa fleiri at leggjast afturat. Meira er at lesa um fyrilestrarøðini á visitrunavik.fo/tiltøk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo