40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nærum triði hvør unglingi í Stokhólmi hevur andevni ímóti korona í blóðinum.

Tað vísir ein kanning av 500 fólkum sum eru um 25 ár.

Kanningin byrjaði í oktobur, og síðani tá er talið á teimum við andevni vaksið úr 15% til 29% í januar.

- Tað merkir, at vit nýliga hava havt stóra smittuspjaðing ímillum ung, sigur Erik Melén sum stendur á odda fyri kanningini. Hann leggur afturat, at alt nú má gerast til tess at bremsa smittuspjaðingini í samfelagnum.

Í Svøríki hava tey havt munandi linari avmarkingar av koronu enn grannalondini.

Til samanberingar kann nevnast, at Svøríki hevur skrásett yvir 657.000 tilburðir ímeðan Danmark hevur skrásett gott og væl 210.000 tilburðir av korona. 12.826 eru deyð við smittuni í Svøríki, 2.352 eru deyð í Danmark um somu tíð. Nærum tvífalt so nógv búgva í Svøríki sum í Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo