Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Tann eini persónurin fekk staðfest smittuna við kanning tríggjar dagar eftir komu til Føroya. Tað er ógreitt, hvussu hinir báðir persónarnir eru smittaðir. Báðir persónarnir halda, at teir helst eru smittaðir í náttarlívinum í Havn tann 26.juli.
1156 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 315.034 kanningar.
784 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 767 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 16 persónar smittaðir við koronu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo