Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

A-landsliðið við monnum skal í næstum spæla fyrstu undankappingardystirnar til HM, sum verður í Katar í 2022 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyrireikingarnar hjá A-landsliðnum við monnum til fyrstu dystirnar í undankappingini til HM, sum verður í Katar í 2022, eru av álvara farnar í gongd.

Håkan Ericson og hansara menn høvdu fyrstu venjingina seinnapartin mánadagin. Síðan verður vant aftur á Tórsvølli á middegi týsdagin, áðrenn føroyska ferðalagið tíðliga mikumorgunin setir kós ímóti Chisinau í Moldova.

Landsliðsvenjarin hevur úttikið 25 spælarar til teir tríggjar dystirnar, ið Føroyar skulu spæla í hesum umfarinum. Og sum heild eru allir væl fyri, og klárir til uppgávurnar, nú tríggir týðandi landsdystir skulu spælast í 7 dagar.

Hósdagin 25. mars spæla Moldova og Føroyar á Cymbru stadion í moldoviska høvuðsstaðnum Chisinau. Sunnudagin verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og síðan taka skotar ímóti á Hampden Park í Glasgow mikudagin 31. mars. Allir dystirnar byrja klokkan 19:45, føroyska tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo