Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Í 2018 keypti Tvøroyrar kommuna gomlu Roykstovuna og tilhoyrandi trøðina hjá T.F. Thomsen. Býráðið hevur umrøtt hvat ognirnar skulu nýtast til og í næstum verður farið undir at fríðka um trøðna.

Gamli hjallurin, ið stendur á trøðni, verður tikin niður. Ein gøta verður gjørd, ið gongur allan vegin gjøgnum trøðna. Júst hvar inngongdirnar verða er ikki heilt vist í skrivandi stund og tí er tekningin av gøtuni vegleiðandi. Trø eru bíløgd til at planta ymsastaðni og borð og benkur verða sett upp. Trøini, ið bíløgd eru, eru ikki smáir runnar, men hampuliga stór trø.

Núverandi spæliplássið við Bank Nordik er sera væl umtókt, men tað gjørdist skjótt greitt, at serliga tey størru børnini saknaðu avbjóðingar.

Á brúnu økjunum á myndini er tí gjørt av, at bjóða ungdóminum møguleikan at royna seg við sonevnda “parkour”. Parkour er sera væl umtókt og her verða stativ sett upp, ið børnini so kunna royna seg í – undir stativunum er fallundirlag, so, skuldi onkur mist takið,  verður fallið ikki so hart. Fyritøkan Innsport fer at standa fyri arbeiðinum at seta stativini upp.

Forarbeiðið stendur tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu fyri og her verður leystliga mett, at arbeiðið kann verða liðugt, tá summarið nærkast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo