Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Trot á hegnigum hondum

Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at uppraðfesta og fáa fjølbroyttari útboð av yrkisútbúgvingum og vinnurættaðum útbúgvingum?

2. Hvussu arbeiðir landsstýrismaðurin við at styrkja vaksnamannaútbúgvingar og eftirútbúgvingar?

3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at samskipa granskingararbeiðið betur?

Viðmerkingar:
Tað er avgerandi, at vit hava eina fjølbroytta arbeiðsmegi í Føroyum, men atgongd til skikkaða arbeiðsmegi er ein avbjóðing í bæði almenna og privata geiranum. Loysnin er samansett, men ein tungur partur er ein góður og virkin útbúgvingarpolitikkur, sum megnar at sameina útbúgving, gransking og vinnulív.

Roknað verður við, at tað fara at vanta okkurt um 1.000 starvsfólk í heilsu- og umsorganarøkinum um nøkur ár. Tað eigur at vera ein landspolitisk uppgáva at útbúgva fólk, men stóri tørvurin hevur havt við sær, at Tórshavnar kommuna av sínum eintingum er farin at samstarva við VIA University College í Danmark um at útbúgva hjálparfólk.

Samstundis vita vit, at føroyskar fyritøkur sóknast eftir hondum, sum kunnu skapa, byggja, viðlíkahalda og tæna. Vinnuhúsið sigur, at fyritøkur leita eftir hondum, sum kunnu byggja og umvæla bygningar, skip, vegir, bilar og tunlar, og sum kunnu baka, gera mat, sniðgeva og annað.

Tað eru millum annað smiðir, mekanikarar, timburfólk, kokkar, elektrikarar, sveisarar, alarar, snikkarar og bakarar. Handilsflotin hevur eisini trupult við at fáa nóg mikið av skikkaðum sjófólki, og at umskúla sjófólk, so tey eru til reiðar til orkuskiftið. Fyritøkur sóknast somuleiðis eftir starvsfólkum við KT-førleikum.

Støðan á arbeiðsmarknaðinum krevur ein virknan og ambitiøsan útbúgvingarpolitikk. Samgongan setti sær eisini fyri í samgonguskjalinum, at yrkisútbúgvingar skulu raðfestast frammarlaga við fleiri yrkisútbúgvingum, fáa vaksnaútbúgving, eftirútbúgving til røktarfólk og fakfólk, fleiri vinnurættaðar útbúgvingar og KT-útbúgvingar, stovna sjóvinnuútbúgving á miðnámi og universitetsstigi, og at fáa eina langtíðarætlan fyri føroyska gransking.

Fyri at vita, hvussu tað gongur við hesum, og hvørji átøk kunnu væntast at verða framd í næstum, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 2. januar 2024
Uni Holm Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo