Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Gekk á grøna grasvøllinum í Biskupsgarði saman við teimum smáu, ið runnu aftur og fram. Vælsignaði ár uttan stórvegis hugsan um framtíðina. At stíga inn í løtuna og vera hjástaddur. Tað áttu vit at duga, men veruleikin er, at nærleikin var órógvaður av fartelefonini nakrar ferðir.

Hesar løturnar eru ein týdningarmikil partur av lívinum, ja sjálvt lívið. Vit eiga nógvar ríkar løtur saman við okkara ommu- og abbabørnum. Tey eru millum eitt og nítjan ár, og hetta er okkara størsta ríkidømi. Eftir førimuni hava vit gjørt íløgur í børn og barnabørn. Landafrøðiliga frástøðan til fleiri teirra elur longsulin eftir samveru.

Sótu í sólini eina løtu og nutu ein kaffimunn. Tá kemur ein av teimum smáu væl hýrd og gevur abbanum ein summardáa. Hon var fegin um henda vakurleikan. Hon gav okkum báðum gomlu lut í sínari gleði.

Hvørja ferð vit fáa blómur, vaknar tøkkin. Tað er undurfult, stórbært og virðismikið, at onkur gevur okkum gætur og minnist til okkum. Tann vælgerðin angar í litríkum vakurleika uttan orð.

Henda barnsliga gleðin bindur bond millum tey, ið geva, og tey, ið fáa. Í hesi gleði liva vit og vóna, at leiðir barnanna liggja ljósar, so ferðin fram á leið vignast.

Sat við summardáanum í lógvanum eina løtu. Tað var ikki møguligt at seta hann í ein vasa, tí stelkurin var ov stuttur. Fekk meg ikki til at leggja summardáan frá mær, tí onkursvegna var hetta meira enn summarsins vøkstur. Hetta var eitt livandi band millum ættarliðini. Hetta var lívsins DNA, – upphav, nærleiki og kærleiki.

Tað gjørdist mítt lív at virka í kirkjuni og boða hin glaða boðskapin um Jesus Krist sum alra og heimsins frelsara. Nú væl er komið uppá loggið, var í huganum farið aftur til barnaárini og sunnudagsskúlan.

Summardáin minti á glaða sang barnanna, tá ið sungið var í sunnudagsskúlanum av hjarta og sál um blómurnar, stjørnurnar og fuglarnar.

Hvør skapti blómurnar? Svarið var einfalt og satt ta løtuna, ið sungið var: Guð í himlinum! Einki ivamál, friðsæl vissa og sálarhvíld.

Sum vaksin kendu mong okkara, at hetta var ov barnsligt. Vit skammaðust við tað einfalda og lærdu okkum kynstrið at tala uttanum og tulka.

Guð varð tikin úr blómugarði og fjaldur aftan ótaldar stjørnur á himmalhválvinum. Guð varð tikin úr skapanarverkinum, fuglarnir mistu okkara áhuga, og vit mistu tað andaliga flogið. Fuglurin hevði ov lítið við okkara trúgv og frelsu at gera.

Trúgvin flutti úr náttúruni og inn í hjartað. Guð sum skapari var settur til síðis. Hann mátti víkja sæti fyri Jesusi sum frelsara. Fylgjurnar av hesi støðuni eru sjónligar, nú Guðs skapanarverk liggur í andaleypi og er um at kvalast.

Vit mega endurvinna sannleikan, at tað er eitt virkið samband ímillum tað ytra og tað innara. Trúgvin á Jesus skal kennast sum ein vælgerandi andi á jørðini.

Guð skapti blómurnar, tað er valla fyrsta val, tá ið sungið verður í kirkjuni. Guð skapti fuglarnar, tað er valla fyrsti sálmur, tá ið farið verður á møti.

At trúgvandi sum vaksin skammast við tað, ið vit lærdu sum børn, ger tað torførari hjá ungdóminum at varðveita trúnna. Tá ið vaksin ikki viðurkenna sær og tala um trúnna á ein skapandi Guð, ja so viknar trúvirði.

Vit syngja saman við teimum smáu børnunum eina tíð, men vit skulu víðari í vitan og trúgv. Sangurin er einans ein byrjan, ið vit skjótast gjørligt skulu koma burturúr.

Tað gagnar trúnni, um tey vaksnu trúgva á teir andaligu sannleikarnar, ið vit syngja um saman við børnunum. Trúgvin eigur at endurspeglast í okkara hugsan og atferð, tá ið talan er um blómurnar, stjørnurnar og fuglarnar.

Skapanarverkið ber fingramerki skaparans og fær í Jesusi í eina guddómliga støðu. Skapanarverkið er eitt berandi myndevni í talu og prædiku Jesu, bæði tá ið hann lærdi og troystaði lærusveinarnar.

Væl kend er tilsipingin til himmalsins fuglar, ið fáa føðina, og liljurnar á markini klæddar í skrúð. Myndin av hirðanum og seyðinum er yndislig. Tað er valla tilvild, at Jesus um seg sjálvan segði, “tí at faðirin er størri enn eg.”

Jú, sanniliga hevur Guð skapt blómurnar, stjørnurnar, fuglarnar, teg og meg!

Samsvarandi Guðs skapan, eiga vit at fara væl um allan livandi vøkstur, djóralívið, jørðina, havið og luftina.

Vit kristnu mega ikki svíkja okkara høga kall. Vit eru uppsitarar hjá Guði og eru sett at røkja skapanarverkið. Ábyrgdin er latin okkum í hendi.

Frelsan í trúnni á Jesus, leiður okkum aftur til skaparan. Sonurin leiðir okkum heimaftur til faðirin.

Í upphavi í Paradísi var náttúran burðardygg, rein og vøkur. Svá verður í himlinum, har lívsins træ ber tólv ferðir ávøkst og hvønn mánað gevur ávøkst sín. Amen.

Orðið: “Og Guð segði: “Vøtnini yði í livandi skepnum, og fuglar fljúgvi yvir jørðina undir himmalhválvinum!” Og tað varð so.” (Fyrsta Mósebók 1,20).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo