Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í nátt okkara tíð gav fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, seg yvir til ákærumyndugleikan í statinum Georgia, hagar hann kom í privata flogfari sínum Trumpforce One og løtu seinni koyrdi til illa gitna Rice Street fongslið í Atlanta og var formliga handtikin og ákærdur fyri í 13 førum at hava brotið vallógina.

Tá formalitetirnir vórðu fingnir frá hondini fór hann avstað aftur við stórum trygdarfylgi.

Donald Trump var noyddur at geva seg yvir, tí gjørdi hann ikki tað, bleiv hann handtikin. Frammanundan hevur fyrrverandi borgarstjórin í New York, Rudolph Giuliani eisini formliga givið seg yvir.

Men fleiri eygleiðarar og viðmerkjarar hava nevnt, at hann veit júst hvat hann ger, tí alt tað sum nú hendir kann brúkast í valstríðnum, har hann er langt frammanfyri hini republikansku valevnini.

Á sosiala miðli sínum Truth Social skrivaði Donald Trump, at hann er errin av at vera ákærdur.

Myndin omanfyri er sonevnda "mugshot" myndin, sum verður tikin av øllum brotsmonnum sum verða handtiknir. Donald Trump brúkar longu myndina aktivt í sínum valstríði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo