40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Miðlarnir úti á høgraveinginum í USA, eru ikki í iva um, hvør vann tjakið í nátt millum Donald Trump og Joe Biden.

- Trump forseti hevur júst endað sítt størsta avrik í søguni hjá forsetaembætinum, hann hevði skil á fakta og hevði tamarhald á tjakinum, skrivar Bill Stepien frá Fox News.

Høgramiðilin PJ Media boðar frá at Trump vann, men miðilin viðmerkir eisini at Joe Biden "ikki vísti seg sum tann stamandi tápulingurin, nógv á høgraveinginum høvdu roknað við at sæð".

Konservativi miðilkin Breitbart skipaði fyri eini spurnakanning á heimasíðuni hjá miðlinum har 84 prosent av lesarunum siga at Trump vann.

Og fleiri av høgramiðlunum hava eisini lagt links til eina onlineatkvøðugreiðslu hjá rásini CSPAN, sum vísti fyri løtu síðani at 62 prosent av teimum 157.000 luttakarunum halda, Donald Trump vann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo