40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nógvi ófriðurin í USA seinastu dagarnar kom upp á eitt nýtt stig í gjár, tá trygdarfólkini kring Donald Trump, forseta, valdu ikki at taka nøkur óráð fyri, og sendu hann niður í bumbuskýlið undir Hvítu Húsunum at sova.

New York Times skrivar, at forsetin, sum longu framman undan var í ringum hýri, ikki blíðkaðist at hesum, og í nátt hevur hann lýst vinstrasinnaði bólkin 'Antifa', sum ein yvirgangsbólk, á sama hátt sum eitt nú IS og Taliban.

'Antifa' er ein fyriskipari av tí nógva ófriðnum sum hevur verið síðani óvápnaði, litti maðurin George Floyd fyri einari viku síðani varð myrdur av politinum undir eini handtøku. 'Antifa' heldur, at tað er ongin ivi um, at politiið fer nógv harðligari fram ímóti teimum littu í USA.

Ófriðurin, sum nú hevur breitt seg til 25 statir, er tann ringasti í USA síðani litti borgararættinda stríðsmaðurin Martin Luther Kind varð myrdur í 1968.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo