Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Trý fólk eru dripin og fleiri onnur eru særd uttanfyri Notre-Dame kirkjuna í suðurfranska býnum Nice í morgun. Politiið váttar, at fólkini vórðu særd og dripin við knívi og í tí eina førinum varð høvdið høgt ella skorið av hjá eini kvinnu.

Eitt fólk er handtikið í samband við álopini.

Franska tjóðartingið er kallað saman til kreppufundar.

Hetta er triðjuferð í heyst, at ógvuslig álop henda á tilvildarlig fólk á opnari gøtu í Frankaríki.

Fleiri muslimsk lond, serliga Turkaland, hava boykottað Frankaríki, síðani franski forsetin, Emmanuel Macron, lovaði at avbyrgja víðgongdar islamistar, og forbjóða londum sum Saudi-Arabia og Turkalandi at senda sonevndar imamar til Frankaríki at prædika í fronskum moskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo