Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Vápnað stríð hevur kostað minst 56 vanligum fólkum í Sudan lívið seinasta samdøgrið, teirra millum eru trý fólk sum arbeiddu fyri World Food Program hjá ST.

Stjórnarherurin og hálvhernaðarligi bólkurin RSF, sum stendur fyri Rapid Support Forces, stríðast um valdið í landinum, eftir at teir saman framdu eitt hernaðarkvett í 2019. Tá søgdu teir seg ætla at fara frá hernaðarstýri til fólkaræði, men hetta hevur víst seg lættari sagt enn gjørt, og seinastu tíðina hava teir ligið í innanhýsis stríði.

Volker Perthes, sum er serligur sendimaður hjá ST í Sudan, hevur fordømt morðini, og hann sigur, at fyribils er øll humaniter ST hjálp í landinum steðgað.

Tað er ikki upplýst, hvønn tjóðskap tey deyðu høvdu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo