Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sporðdrekin vann í dag dystin móti Ravni á Toftum. Úrslitið gjørdist 54-40 til gestirnir, hálvleiksstøðan var 24-21 til Sporðdrekan.

Tað var annars Ravnur, ið kom betri frá byrjar og førdu 9-2. Sporðdrekin otaði seg meira og meira inn í dystin og tá komið var til hálvleiks førdi havnarliðið. Tað gekk javnt á í 3. ffórðinginum, men 4. fjórðingin kláraði Ravnur ikki at fylgja við og at enda vann Sporðdrekin heldur trygt dystin.

Toppskorarar í dystinum vóru fyri Ravn, Bjarni W. Zachariassen 16 stig og fyri Sporðdrekan Nicolai C. Fogh við 14 stigum.

Støðan í Trygd-kappingini eru nú hendan:

Lið                  Sigrar           Ósigrar

Hamar 2              4                   1
Sporðdrekin         4                   2
Hávur                  3                   3
Hamar 1              2                   4
Ravnur                1                   4

Komandi vikurnar er U-21 kappingin í gongd. Næsti dysturin í Trygd-kappingini verður í høllini á Argjahamri 29. februar, tá Sporðdrekin tekur móti Hávi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo