40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tað var eitt stórt tal av føroyskum stovukommunistum, serliga framamenn, sum elskaðu henda politiska skendsilin.

Munnu teir ikki tendra 60 ljós á eina tjóðveldiskaku í dag, hvis teir fáa ONKRAN danskan grunn at fíggja ljós og bakingina

Teir flestu av hesum fyrrverandi kommunistisku fantastum blivu jú umvendir til fanatiskar nationalistar og endaðu sum fúnaður stórviður í tjóðveldista-sektini.

Har teir fyrr sungu sovjettiskar lovsangir og Mao-hymnur, kvøða teir nú patetiskt rørdir "kamp-sálmin": "Sært tú fuglin har....?"

Linkaðir eru teir í teimum skeiklaðu cowboykløddu kommunistaknøunum.

Teir hava heilt skift stíl: 

Í 1980unum vóru teir lodnir niður á dintil og gingu í Mao-sandalum ella niðurslitnum kondiskóm.

Nú eru teir nossligir, vælgreiddir og ganga í bustaðum svartaskóm á Áarvegnum ella sløðast millum rokaðar kaffikoppar í Vágsbotni

Summir síggjast eisini spáka i nationalum spjørrum og donskum spenniskóm, meðan teir messa úr kvæðabókum og "Rættskrivingarreglum".

Aðrir lovsyngja og elska nú føðilandið fastliga í staðin fyri Berlinmúrin.

Nógvir ferðast eisini pilagrimsferðir til Íslands í staðin fyri DDR og Albanien.

Teir fevna Føroyar so fast, at teir næstan kvala landið.

Men hetta stilskiftið er bara á skræðuni.

Teir eru framvegis politiskir smádreingir, sum eru intellektuelt stirðnaðir í permanentum puberteti.

Teir hava kroniskt politiskt múra-lyndi.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo