40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tugda hugmyndin um fjøltáttaða samfelagið, har øll lyfta í felag, soleiðis at hjólið kann mala, er ílatin nógvar ymiskar kápur. Troyggjan hjá floksfelaganum hjá mær í fólkaskúlanum rennur mær í hug. Ein óvanliga fleirmynstrut troyggja við alskyns litum, sum minti mest um ein part av loftinum á Sixtinska kapellinum. Á troyggjuni var m.a. reiðfólk, skip, blómur, hús, ælabogin, dansandi pinnamenn, eitt bíbliuvers, nakrar súkklur og eitt lítið ítróttamerki á bringuni.

Floksfelagin við sermerktu troyggjuni var av raskastu dreingjum til handaligt arbeiði, tá ið vit gingu í fólkaskúla. Tá ið tað snúði seg um egning og landing, kundi eingin av javnaldrunum standa honum kurl. Hann hevði virðing fyri sær sjálvum, sínum næsta og náttúruni, men arbeiðslagið og hegnið til skúlagongd vóru ikki í samljóði við skúlans krøv. Bókligu førleikarnir vóru lítið sjónligir, og tað gav at bíta, tá ið tann eini lærarin segði við hann, at hann ongantíð fór at verða til nakað! Sterk orð, sum betri vóru ósøgd, tí lærarin skuldi heldur verið kveikjarin, sum dugdi at síggja møguleikar heldur enn forðingar.

Les meira av greini eftir Símun Joensen - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo