Løgtingið kemur saman klokkan 13.30 í dag.
Fyrst skal útskiftingin í nevndunum í løgtinginum eftir kommunuvalið og ávísa útskifting í tingmanningini fáast frá hondini.
Síðani skal tingið atkvøða um lógina um at byggja tveir vardar bústaðir, tað er Sambýlið á Mýrini í Hoyvík, eftir at málið hevur verið til aðru viðgerð. Og somuleiðis kemur málið um at hækka játtanarkarmin í lógini um at byggja tunlar norður um Fjall úr 252 upp í 522 mió kr til aðru viðgerð.
Eisini er framløga á skránni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo