Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nýggi landsstýrismaðurin í tunnilsmálum hevur boðað frá, at Vágatunnilin skal rekast av partafelagnum, hvørs ogn tunnilin er. Tunnilsgjøld skulu krevjast inn á sama hátt, sum tá undanfarni landsstýrismaðurin ráddi fyri tunnilsmálum. Yvirskotið skal fara til rakstur og hall av verandi og komandi tunlum kring landið.

Men hví tykist hetta koma so dátt við hjá fólkafloks- og sambandsfólkum í Vágum og Norðoyggjum?

Okkara formaður sat sum landsstýrismaður í tunnilsmálum, tá Vágatunnilin sambært lógini um sama skuldi verða yvirtikin av landskassanum, og nýggi formaðurin í Sambandsflokkinum tekur jú so dyggiliga undir við, at Vága- og Norðoyatunlarnir skulu veðsetast fyri og gjalda komandi undirskot av nýggju stóru tunnilsætlanini.

Øll, sum tíma at kanna málið, vita, at skuldin hjá Vágatunlinum longu varð útgoldin í 2014, og at tunnilin sostatt - sambært lógartulkingum frá Birni av Heygum og Jógvani Páll Lassen - skuldi verið handaður landsstýrinum/landsverki til ognar og rakstur, meðan Jørgen Niclasen sat sum tunnilsministari.

Sambært ársroknskapinum hjá Pf. Vágatunnilin minkaði skuldin til fíggingarstovnarnar soleiðis:

31.12.2012 var skuldin kr. 17.673.981,-

31.12.3013 var skuldin kr. 4.611.818,-

31.12.2014 var skuldin kr 0,00

Men eingin landsyvirtøka av Vágatunlinum varð framd í 2014 og heldur ikki í 2015.

Heldur valdi landsstýrismaðurin at kolldøma privatu tunnilsætlanina, og skipa Skálafjarðartunnilin í eitt alment partafelag, hvørs hall, sum frálíður, kemur at ábyrgdast Vága- og Norðoyartunlunum, so hesir gerast gjaldstunlar til allar tíðir.

Júst soleiðis sum Bárður á Steig Nielsen og Bjarni Djurholm í sínari tíð vóru talsmenn fyri.

Ikki nyttar at gráta um spilta mjólk, og at kasta Henrikki Old fyri, at hann heldur fram eftir sama leisti sum fólkafloksmaðurin og eftir teirri slóð, ið sambandsformaðurin hevur slóðað, er lítið sømiligt!

Sv. Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo